Løkshøll
Nógv spennandi og fjølbroytt verður á skránni í Løkshøll í heystferiuni.
Týskvøldið 14. oktober sýnir Løkshøll virðislønta filmin ‘Mjólkarutan’, ið er ein hjartanemandi og erlig vangamynd av einum sárbærum ungum manni á veg inn í vaksnamannalívið.
Mikukvøldið verður filmurin ‘Seinasti víkingurin’ sýndur. Hetta er nýggjasti skemtifilmurin hjá Anders Thomas Jensen við m.a. Mads Mikkelsen og Nikolaj Lie Kaas í høvuðsleiklutunum.
Og hóskvøldi verður konsert við Eli Tausen á Lava. Hetta er ein solo klaver konsert, ið er ein lítlan tíma til longdar og vit bjóða ein drekkamunn aftaná.
Les meir um filmarnar og konsertina á heimasíðuni hjá Løkshøll