Løgtingið
Í døgunum 13. – 19. septembur 2025, var Løgtingsins Vinnunevnd á kunningarferð í Sveits.
Sveis er býtt upp í 26 kantonir, sum eru lutvíst sjálvstýrandi. Landið er millum tey í Europa, ið hava hægst lutfall av útlendingum. Miðallívsævi á 82,6 ár er tað næsthægsta í heiminum aftaná Japan. Fólkatalið er tvífaldað síðan fyrst í 20. øld, og umleið 3/4 av fólkinum býr í býarøkjum.
Sveits hevur eina stýrisskipan við beinleiðis fólkaræði, og tað merkir, at øll uppskot kunnu koma til fólkaatkvøðu. Eitt nú varð avgjørt í 2009 við fólkaatkvøðu, at tað ikki skuldu kunna verða bygdar fleiri minarettir (mjátt torn við mosku). Í 2013 var fólkaatkvøða um at leingja árligu frítíðina við tveimum vikum, úr fýra upp í seks vikur, men tað uppskotið fall við umleið 2/3 av atkvøðunum ímóti.
Sveis hevur fýra almenn mál: týskt (sveisiskt týskt), franskt, italienskt og romansh, og kortini eru tað 21% av fólkunum, ið ikki hava eitt av hesum fýra málunum sum móðurmál.
Ferðafrásagnin er at lesa her.
