Leita á eyp.fo
Ongi úrslit
Undanfarna síða
Leiting av
Næsta síða
28.05.2025 13:58

Løgtingsins umboðsmaður handað ársfrágreiðing fyri 2024

Løgtingið

Løgtingsins umboðsmaður, Hanna Vang, hevur handað løgtingsforkvinnuni, Bjørt Samuelsen, ársfrágreiðingina fyri 2024. 

Ársfrágreiðingin vísir, at umboðsmaðurin fekk 115 klagur í 2024. Av hesum vórðu 91 endaliga avgreiddar fyri 31. desembur. Harumframt vórðu 13 klagur avgreiddar frá undanfarnum árum. 

Umboðsmaðurin var á eftirlitsvitjan á tveimum røktarheimum, sum hava deildir til fólk við demensi. Samandráttur av hesum er eisini at lesa í ársfrágreiðingini. 
Harumframt er ein grein í ársfrágreiðingini, har umboðsmaðurin viðger tey krøv, ið Barnarættindasáttmálin setir til málsupplýsingarskylduna hjá myndugleikum. 

Vegna formansskapin leggur løgtingsforkvinnan eitt uppskot til samtyktar fram um ársfrágreiðing hjá løgtingsins umboðsmanni fyri 2024. Hetta verður eftir ólavsøku. 

Ársfrágreiðingin fyri 2024 er at finna her. 

Spjaldur