Leita á eyp.fo
Ongi úrslit
Undanfarna síða
Leiting av
Næsta síða
29.01.2026 08:28

Løgtingsforkvinnan hitt forsetan í Norðurlandaráðnum

Ville Vayrynen, forseti Norðurlandaráðsins, Kim Berg, varaforseti Norðurlandaráðsins, Kristina Háfoss, stjóri í Norðurlandaráðnum, Dagbjørt Hákonardóttir, limur í formansskapinum í Norðurlandaráðnum og Bjørt Samuelsen, løgtingsforkvinna. Mynd: Løgtingið

Løgtingið

Í sambandi við árligu evnisráðstevnuna hjá Útnorðurráðnum nýtti løgtingsforkvinnan, Bjørt Samuelsen, høvið at hitta Ville Vayrynen, forseta, Kim Berg, varaforseta, og Dagbjørt Hákonardóttir, lim í formansskapinum í Norðurlandaráðnum.

Fleiri viðkomandi evni vórðu umrødd. Eitt nú endurnýggjanin av Helsingfors-avtaluni og geopolitiska støðan í Grønlandi.

Føroyar hava, saman við Danmark, formansskapin í Norðurlendska ráðharraráðnum í ár, og komandi ár hava Føroyar – eisini saman við Danmark – formansskapin í Norðurlandaráðnum. Hetta gevur Føroyum høvi at seta enn meira fokus á ynskið um sjálvstøðugan limaskap í Norðurlandaráðnum. Í hesum sambandi fegnast løgtingsforkvinnan og umboðini fyri Norðurlandaráðið í felag um úrslitið hjá føroysku umboðunum í Norðurlandaráðnum, ið hevur ført til, at Føroyar, eins og Grønland og Áland, nú hava fingið fastan sess í formansskapi Norðurlandaráðsins.

Neyðugt er við styrktum samstarvi millum parlament og parlamentariskar felagsskapir, tá geopolitiska støðan í heiminum er so kritisk og óstøðug, sum júst í hesum døgum. Neyðugt er, at vit standa saman ímóti hóttanum og trýsti uttanífrá. Ongin ivi má vera um, at fólkaræði altíð verður sett fremst, og at landafrøðilig mørk verða vird.

Júst fólkaræðið í Norðurlondum er nakað heilt serstakt. “Trust is the nordic gold” verður sagt. Spurningurin er tó, hvørjum tey norðurlendsku londini kunnu hava álit á í hesum serligu tíðum. Og júst tí er tað so týdningarmikið við tøttum samstarvi millum norðurlendsku londini, parlamentini og parlamentarisku felagsskapirnar sum Norðurlandaráðið og Útnorðurráðið.