Leita á eyp.fo
Ongi úrslit
Undanfarna síða
Leiting av
Næsta síða
25.05.2025 17:38

Løgmaður til Finnlands á fund við norðurlendskar forsætisráðharrar

Løgmansskrivstovan

Í morgin, 26. mai, tekur løgmaður lut á árliga summarfundinum hjá norðurlendsku forsætisráðharrunum, sum verður hildin í Turku í Finnlandi.

Millum málini, sum eru á skrá, eru spurningar um trygd, tilbúgving og kappingarføri hjá londunum um okkara leiðir. Tí ferðast umboð fyri føroyska Vinnuhúsið eisini við til Finnlands.

Serligur gestur á fundinum hesa ferð er týski samveldiskanslarin, Friedrich Merz.

– Tað er tørvur á, at Norðurlond standa saman, og samstarvið okkara millum verður enn betri. Men vit kunnu ikki standa einsamøll, og tí gleðir tað meg, at týski samveldiskanslarin eisini luttekur. Føroyar ynskja at hava ein virknan leiklut. Bæði í norðurlendskum høpi og við at stuðla okkara sameindu í spurningum um trygd í Norðuratlantshavi og Arktis, sigur Aksel V. Johannesen, løgmaður.