Leita á eyp.fo
Ongi úrslit
Undanfarna síða
Leiting av
Næsta síða
29.09.2025 15:42

Løgmaður luttekur á stórum evropeiskum toppfundi í Keypmannahavn

Mynd: Løgmansskrivstovan

Løgmansskrivstovan

Hósdagin 2. oktober verður løgmaður fyri fyrstu ferð við á toppfundi í European Political Community (EPC). EPC er eitt óformligt samstarv millum øll samsint lond í Evropa, sum varð sett á stovn eftir russiska álopið á Ukraina í 2022. 

“Hetta er fyrstu ferð, at vit luttaka, og talan er um er eitt týðandi samstarv – ikki minst í spentu støðuni í løtuni. Vit fáa fleiri høvi at bera føroysku sjónarmiðini fram og vísa á, hvat Føroyar hava tørv á og kunnu hjálpa við”, sigur Aksel V. Johannesen, løgmaður.  

Hetta er sjeyndi ferð, at EPC-toppfundur er, og hesa ferð er Danmark vertur fyri fundinum, sum  verður hildin í Keypmannahavn. Fleiri enn 47 evropeisk lond luttaka.

Evnini á fundinum eru:

  • Hvussu Ukraina kann styrkjast
  • Trygdarstøðan í Evropa sum heild
  • Hvussu Evropa kann gerast sterkari og tryggari í eini nýggjari geopolitiskari støðu

Haraftrat luttekur løgmaður á pallborðsfundi um búskaparliga trygd í Evropa, og hvussu Evropa kann gerast meira sjálvberandi. Løgmaður fer at leggja dent á føroyska leiklutin í sambandi við matvørutrygd. 

”Evropa má standa saman og í størri mun gerast sjálvberandi – eisini tá tað kemur til matvørur. Sum ein stórhavstjóð, ið útflytur túsundtals tons av dygdargóðum proteinum, eru Føroyar ein álítandi og týðandi viðleikari í arbeiðinum at tryggja Evropa matvørur, eisini um heimsstøðan gerst spentari”, sigur løgmaður.