Mynd: Bjarni Árting Rubeksen/kvf.fo
Kelda kvf.fo
Bjørt Samuelsen í Tjóðveldi er nýggj løgtingsforkvinna.
Hon var einmælt vald og fekk allar 33 atkvøðurnar í nývalda løgtinginum.
Løgtingið hevur tilnevnt Jóhannis Joensen í Javnaðarflokkinum til fyrsta næstformann og Johan Dahl í Sambandsflokkinum til annan næstformann. Elsebeth Mercedis Gunnleygsdóttur er tilnevnd at vera triðja næstforkvinna í løgtinginum.
Aksel V. Johannesen, formaður í Javnaðarflokkurin, er valdur til løgmann.
25 tingfólk atkvøddu fyri, at Aksel V. Johannesen, sum hevur verið samráðingarleiðari, skal vera løgmaður.
Landsstýrisfólkini
Løgmaður hevur tilnevnt Ingilín Didriksen Strøm, Djóna Nolsøe Joensen og Margit Stórá landsstýrisfólk fyri Javnaðarflokkin.
Høgni Hoydal, Sirið Stenberg og Dennis Holm vera landsstýrisfólk fyri Tjóðveldi, og Ruth Vang og Bjarni Kárason Petersen vera landsstýrisfólk fyri Framsókn.
Av tí at øll landsstýrisfólkini hava sæti í løgtinginum, koma varafólk í tingið fyri tey.
Tey níggju landsstýrisfólkini fáa hesi málsøki:
Aksel V. Johannesen, løgmaðurHøgni Hoydal, varaløgmaður og landsstýrismaður í uttanríkis- og vinnumálum
Sirið Stenberg, landsstýriskvinna í almanna- og mentamálum
Margit Stóra, landsstýriskvinna í heilsumálum
Dennis Holm, landsstýrismaður í fiskivinnumálum
Djóni Nolsøe Joensen, landsstýrismaður í barna- og undirvísingarmálum
Ingilín D. Strøm, landsstýriskvinna í umhvørvismálum
Bjarni K. Petersen, landsstýrismaður í lógar- og innlendismálum
Varafólk í tinginum
Av tí at øll landsstýrisfólkini hava sæti í løgtinginum, eru varafólk komin í tingið fyri tey.
Tey eru Súsanna Bertholdsen, Kristianna Winther Poulsen, Hans Jacob Thomsen og Kim Durhuus fyri Javnaðarflokkin.
Eirikur í Jákupsstovu, Liljan Weihe og Erling Eidesgaard fyri Tjóðveldi og Karlot Hergeirsson og Hanna Jensen fyri Framsókn.
Deil á Facebook