Leita á eyp.fo
Ongi úrslit
Undanfarna síða
Leiting av
Næsta síða
12.02.2026 11:11

Løgmaður á trygdarráðstevnu í Týsklandi

Mynd: Løgmansskrivstovan

Løgmansskrivstovan

Aksel V. Johannesen, løgmaður, fer í morgin til München, har hann skal luttaka á árligu altjóða trygdarráðstevnuni Munich Security Conference, ið verður í døgunum 13. – 15. februar.

Á ráðstevnuni skal løgmaður millum annað luttaka í pallborðsfundi um trygd í Arktis umframt at hann eisini skal hava fleiri politiskar fundir.

Ráðstevnan byrjaði í 1963, og hetta er triðju ferð, at umboð fyri Føroya landsstýri eru boðin at luttaka. 

Á ráðstevnuni luttaka stjórnarleiðarar, ráðharrar, serfrøðingar, granskarar og umboð fyri felagsskapir úr øllum heiminum til at viðgera spurningar um trygdar- og verjupolitikk.

”Heimurin er í stórari broyting. Heimsskipanin, ið byggir á altjóða lóg og samstarv, er um at fara fyri skeytið. Tí er tað týdningarmiklari enn nakrantíð, at vit møtast og tosa við okkara samsintu í NATO um trygdar- og verjumál. Hóast nógv er hent síðan somu ráðstevnu í fjør, er leikluturin hjá okkum í stóran mun tann sami – nevniliga at tryggja áhugamálini hjá Føroyum í Arktis og Norðuratlantshavi.”

Aksel V. Johannesen, løgmaður

Sí myndir niðanfyri frá somu trygdarráðstevnu í München í fjør, har løgmaður luttók í pallborðskjaki og hitti stjórnarleiðarar, ráðharrar og umboð fyri NATO.