Leita á eyp.fo
Ongi úrslit
Undanfarna síða
Leiting av
Næsta síða
16.01.2024 15:47

Løggilding veitt til vatnveitingina á Selatrað

Mind: Heilsufrøðiliga starvsstovan

Sjóvar kommuna/ Heilsufrøðiliga starvsstovan


Í morgun var løggilding til vatnveitingina á Selatrað handað Arthur Johannsen borgarstjóra í Sjóvar kommunu. Vatnveitingin á Selatrað er fyrsta vatnveiting í Sjóvar kommunu sum verður løggildað. Vatnveitingin veitir vatn til áleið 40 fastbúgvandi fólk. Í økinum eru eisini størri skótalegur og verður tá veitt vatn til fleiri 100 fólk.
 
Løggildingin inniber, at mannagongdir viðvíkjandi framleiðsluhátti, útbreiðslu og arbeiðshátti á vatnveitingarskipanini eru góðkendar av Heilsufrøðiligu starvsstovuni.
Í hesum sambandi hevur kommunan gjørt góðskuhandbók fyri vatnverkið og vatnveitingarskipanina. Endamálið við handbókini er at tryggja vatnveitingina og at tryggja eina góða drekkivatnsgóðsku. Í handbókini er lýsing av reinsiverkinum og vatnleiðingini. Somuleiðis er skráseting, vatnsýnistøkur, innaneftirlit v.m. skjalfest.
 
Tilsamans eru nú 16 vatnveitingar í Føroyum løggildaðar.