Almanna- og heilsumálaráðið
Margit Stórá, landsstýriskvinna í almanna- og heilsumálum, hevur í dag sent uppskot til løgtingslóg um leigustuðul til ummælis. Við uppskotinum verða týðandi stig tikin fyri at bøta fíggjarligu støðuna hjá húskjum, sum búgva til leigu.
Lógaruppskotið hevur til endamáls at geva teimum, sum búgva í leigubústaði, ein lógartryggjaðan rætt til leigustuðul. Stuðulin er ætlaður húskjum við lágum og miðalinntøkum, og skal vera við til at skapa størri javnvág á bústaðarmarknaðinum millum tey, sum eiga, og tey, sum leiga.
Leigustuðulin fevnir um langtíðarleigumál sambært leigulógini og er avmarkaður til sjálvstøðugar íbúðir við egnum køki. Ávís undantøk eru, eitt nú fyri bústaðir fevndir av almannalógini og leigu frá foreldrum ella verjum.
Eg fegnist um, at lógaruppskotið um leigustuðul nú er liðugt orðað og sent til ummælis. Hetta er eitt týdningarmikið stig fyri at skapa størri javnrættindi á bústaðarmarknaðinum og betri treytir hjá teimum, sum búgva til leigu”, sigur Margit Stórá, landsstýriskvinna í almanna- og heilsumálum.
Við leigustuðli fáa nógv húski betri fíggjarligt rásarúm í gerandisdegnum. Stuðulin kann vera við til at lætta bústaðarútreiðslurnar, gera tað lættari at spara upp og minka sosialan ójavna á bústaðarmarknaðinum. Samstundis kann skipanin gera tað meira attraktivt hjá føroyingum uttanlands at flyta aftur til Føroya og byrja í leigubústaði.
Eftir ætlan verður uppskotið lagt fram í Løgtinginum í vár.
Les meira um hoyringinga her
Um leigustuðulin
Leigustuðulin verður ásettur til 20 prosent av húsaleiguni, tó í mesta lagi 1.500 krónur um mánaðin. Stuðulin er inntøkutreytaður og lækkar stigvíst, tá inntøkan fer upp um ásett inntøkumørk.
Húski við einum vaksnum kunnu fáa fullan stuðul upp til eina árliga inntøku á 350.000 krónur, meðan markið fyri húski við tveimum ella fleiri vaksnum er 500.000 krónur.
Ætlanin er, at lógin kemur í gildi 1. juli 2026. Umsóknir um leigustuðul kunnu latast inn frá hesum degi, og fyrstu útgjøldini verða í august 2026.
