Mánakvøldið 23. mars, var valfundur í bygdahúsinum á Strondum. Ein fundur sum varð bæði lívligur og stuttligur í einum fullsettum bygdarhúsið.
Sum fyriskiparirnir søgdu í fráboðanini áðrenn fundin, so varð hetta ein valfundurin sum varð skipaður sum gomlu valfundirnir, har valevnini fingu høvi til at greiða frá sínum sjónarmiðum og kjakast, umframt at lagt varð upp til at áhoyrararnir kunnu seta spurningar til pallborðsgestirnar.
Orðstýrari var Torbjørn Jacobsen, meðan politisku valevnini vóru hesi:
A: Bill Justinussen
B: Helgi Abrahamsen
C: Sigrun Jónsveinsdóttir
D: Claus Martin í Grund
E: Sigrid Jensdóttir Dalsgaard
F: Bjarni Kárason Petersen
H: Ólavur í Geil
Myndir: Pætur E. Jacobsen/ Eyp.fo
























































