Tíðindaskriv/ Etasjan og Mentanarhúsið
Eitt nýtt tónleikatiltak sær ljósið fyri fyrstu ferð. Livandi Varmakelda verður, eftir ætlan, eitt afturvendandi tiltak á Varmakeldu í Fuglafirði, fyrsta leygardag í juli á hvørjum ári.
Tónleikaskráin 2025
Tvey tey seinastu nøvnini á skránni í ár eru, Jens Marni og 21KNM. So nú er skráin endalig og hon er her:
21KNM
Jens Marni v/bólki
Adrenaline
Kim Hansen v/bólki
DJ Antony Charles
Tunghoyrt
Ingi Poulsen duo
Guðný Emilíana & Helgi Tórshamar (úr Íslandi)
Konsertirnar byrja kl. 19.00 og tiltakið er liðugt kl. 03.45. Atgongumerki fáast á mh.fo og prísurin hækkar leypandi, so tað loysir seg at keypa í góðari tíð.
Fylg annars við á síðuni Livandi Varmakelda á Facebook.
