Leita á eyp.fo
Ongi úrslit
Undanfarna síða
Leiting av
Næsta síða
06.06.2025 10:07

Livandi Varmakelda

Tíðindaskriv/ Etasjan og Mentanarhúsið

Eitt nýtt tónleikatiltak sær ljósið fyri fyrstu ferð. Livandi Varmakelda verður eftir ætlan eitt afturvendandi tiltak á Varmakeldu í Fuglafirði, fyrsta leygardag í juli á hvørjum ári.

Varmakelda er ein av elstu stevnunum í Føroyum, og hevur rót langt aftur í forna tíð, tá ið keldan varð hildin at hava lekjandi kraft, har fólk komu saman við kelduna til dans og annan felagsskap.

Síðani 1952 hevur Varmakelda verið hildin sum ein av bygdastevnunum við kappróðri og øðrum til gamans og álvara.

Hóast fleiri av stevnunum eru fánaðar og viknaðar munandi, livir Varmakeldan enn – og nú skal nýtt lív blásast í hesa siðvenju við tiltakinum, Livandi Varmakelda, sum verður hildið á fyrsta sinni leygarkvøldið 5. juli 2025.

Karmar

Allar konsertirnar verða í Mentanarhúsinum, sum við stórum palli, ljósseting og dygdaranleggi spílar seg út at skapa best møguligu karmarnar.

Fyrsta framførslan byrjar kl. 19.00 og tiltakið endar um náttina kl. 03.45. Í hesum tíðarskeiði fara 8 ymiskir tónleikabólkar og einstaklingar á pallin. Skráin fevnir breitt um sjangrur og aldur – og endamálið er at skapa eitt kvøld sum er fólksligt, rúmligt, festligt – og livandi.

Tónleikurin 2025

Tónleikararnir sum longu eru avdúkaðir eru:

Kim Hansen v/bólki

DJ Antony Charles

Tunghoyrt

Ingi Poulsen duo

Guðný Emilíana & Helgi Tórshamar (úr Íslandi)

Fleiri bólkar og einstaklingar koma á skránna í næstum. Fylg við á Facebook: Livandi Varmakelda og Instagram: @livandivarmakelda.

Atgongumerki

Tað eru bert góð 500 atgongumerki sett til sølu. Tey fyrstu 100 fáast fyri serprís: 395, – (bert fá eftir).

Síðani fer prísurin upp á 495,-

17. Juni fer prísurin upp á 545, –

1. juli fer prísurin upp á 595, –

Keyp á mh.fo, sum vísur til atgongumerki.fo.

Framtíðin

Endamálið er at byggja eitt afturvendandi tiltak upp næstu árini. Mentanarhúsið og økið kring húsið eru framúr góðir karmar til slík tiltøk. Verður undirtøkan góð, so eru útlitini eisini góð fyri, at Livandi Varmakelda verður ein fastur og livandi partur av føroyska tónleikasummarinum.

Fyriskipararnir

Livandi Varmakelda verður fyriskipað í tøttum samstarvi millum eigararnar av skeinkistaðnum Etasjan og Mentanarhúsið.

Eru spurningar um eitthvørt, set teg so í samband við:

Ólav Larsen (etasjan) á tel. 504444 / t-post olavur@hugnalotur.fo

Jón Tyril (Mentanarhúsið) á tel. 238070 / t-post jont@fuglafjordur.fo