Mynd: LÍV
Tíðindaskriv
Tað er seinnu árini vorðið munandi bíligari at vera viðskiftafólk í Tryggingarfelagnum
LÍV. Síðani 2012 eru umsitingarkostnaðirnir farnir úr 11 prosentum niður í 4 prosent.
Hetta hevur verið galdandi frá 1. januar 2023, og er galdandi fyri LÍVpensjón kundar við
marknaðarrentu. Somuleiðis er umsitingarkostnaðurin fyri samlagstryggingar lækkaður
munandi.
Tryggingarfelagið LÍV hevur seinnu árini lagt stóran dent á at reka felagið so skynsamt sum gjørligt.
Dugnalig starvsfólk, nýggj KT-skipan og nýggjur kundaportalur eru nøkur av tiltøkunum, sum hava
syrgt fyri, at umsitingarkostnaðirnir støðugt eru lækkaðir seinastu árini.
- januar 2023 lækkaðu umsitingarkostnaðirnir enn meira, tá bæði umsitingarkostnaðurin av
inngjøldum lækkaði úr 5 prosent niður í 4 prosent og fasti árligi kostnaðurin lækkaði við 40
prosentum, úr 300 krónum niður í 180 krónur. Miðalkundin spardi við hesum árliga 680 krónur. 1.
januar 2023 varð fasti kostnaðurin bert tikin fyri eina avtalu, hóast kundin hevði fleiri
tryggingaravtalur.
Skynsami raksturin hevur eftir øllum at døma givið afturljóð á marknaðinum, tí felagið stendur seg
alsamt sterkari á føroyska eftirlønar- og tryggingarmarknaðinum. Síðani 2017 er talið av
viðskiftafólkum hjá Tryggingarfelagnum LÍV vaksið við góðum 30 prosentum.
- “Tað er eyðsæð, at við fleiri viðskiftafólkum kunnu vit reka fyritøkuna bíligari fyri hvørt
viðskiftafólk, men vit høvdu ikki fingið fleiri viðskiftafólk, róku vit ikki fyritøkuna skynsamt. So
samanumtikið eri eg bæði errin og fegin, sigur Jan Jakobsen, stjóri í Tryggingarfelagnum LÍV.
Marknaðurin er lítil, men kappingin er hørð
Tryggingarfelagið LÍV virkar í Føroyum og fyri føroyingar. Á tí føroyska marknaðinum eru í løtuni fleiri
feløg og kappingin er hørð til gagns fyri kundan.
Tryggingarfelagið LÍV hevur seinastu fýra árini gjørt munandi íløgur í nútímansgerð av KT-skipanum,
kundaportali og optimering av arbeiðsgongdum. Íløgurnar og umleggingarnar hava eydnast væl og
hava seinastu árini bøtt munandi um rakstrarkostnaðirnar av felagnum. Talan hevur verið um eina
drúgva tilgongd, men talan er eisini um eina áhaldandi menning av skipanum, kundaportali og
optimering av arbeiðsgongdum, sum kundin fer at fáa ágóðan av. Seinastu 10 árini er
rakstrarkostnaðurin lækkaður við umleið 20%, meðan inngjaldið í sama tíðarskeið er økt við 240%.
Tryggingarfelagið LÍV
