Røðan hjá Steffan Klein Poulsen í samband við viðgerðina av fríari fosturtøku.
Frú Forkvinna / Harra formaður
Eg bleiv føddur í árinum 1996 og tað sama blivu 674 aðrir javnaldrar. Eg havi møtt fleiri av mínum javnaldrum í fólkaskúlanum, á eftirskúla og í miðnámsskúlanum. Eisini havi eg verið samlaður við rættiliga nógvum í mínum árgangi á barna- og ungdómslegum bæði í Nesvík og á Zarepta. Umframt hetta havi eg gjørt ymiskan ítrótt saman við mínum javnaldrum og soleiðis kundi eg blivið við.
Tað er ordiliga stuttligt at møta mínum javnaldrum í dag og fáa eitt prát, har eg kann hoyra hvussu teirra lív hevur útfolda seg. Summir javnaldrar stinga seg eisini upp í tíðindaflutninginum, har teir bera sínar meiningar fram ella vísa síni evni fram í ymiskum samanhangum.
Tað er fasinerandi at síggja hvussu ymiskt hendan gávan verður brúkt, sum 675 børn fingu í 1996. Gávan vit fingu var lívið.
Samstundis er tað syrgiligt at hugsa um, at har vóru 48 aðrir javnaldrar vit ongantíð fingu høvið at hitta. Teirra serstaka DNA var longu kotað og teirra kroppur byrjaði at mennast, men teir sluppu ongantíð at útfolda seg í lívinum. Javnaldrarnir blivu, sum lítil børn, tiknir úr móðurlívi og mistu tí hetta lívið.
Talan er altso um tveir stórar skúlaflokkar við 24 børnum í hvørjum flokki, sum ikki fingu sín rætt til lívið. Hetta er sera dapurt at hugsa um.
Glottin í øllum hesum, er tó, at føroyingar virðismeta lívið høgt um samanborið verður við aðrar tjóðir. Tí lógu vit til dømis á sama støði sum danir, so vóru tað ikki bara tveir stórir skúlaflokkar, sum ikki fingu rættin til lívið, men heili sjey stórir skúlaflokkar!
–
Men hvat var tað sum Bjarni Kárason Petersen, landsstýrismaður, valdi at gera í fjørð? Hann valdi nettupp at renna beint aftan á dønum og eftirapa teirra lóggávu. Ja beint eftir dønum, sum als ikki virða ella verja lívið hjá lítla barninum. Ein og hvør sum hevur lisið hetta uppskotið dugir at síggja, at hetta er eitt roynt kopi av danskari lóggávu. Undranarsamt at Bjarni Kárason Petersen ikki valdi at smíða eina føroyska lóg. Tað sum undrar enn meira, er at fýra Løgtingsfólk smekka akkurát tað sama uppskotið fram fyri Løgtingið aftur.
Hetta lógaruppskotið hevur virkuligani ein dapran hugburð ímóti lítla barninum. Eg hoyri eina óhugnaliga samrøðu fyri mær, tá ið eg lesi uppskotið. Og hon ljóðar soleiðis:
Hvat sigur tú lítla barn í móðurlívið? Er mamma tín fátæk? Hevur mamma tín avbjóðandi familju relatiónir? Jamen so er ivasamt um títt lív er vert at liva. Ella skal mamma tín lesa til lækna? So blívur tú kanska ein forðing fyri hennara útbúgving.
Lítla barn, er pápi tín ein brotsmaður – ein neyðtøkumaður!? Latið okkum sleppa av við teg. Tú líkist ov nógv pápa tínum!
Hvat feilar lítla barn? Hevur tú eitt brek? Hevur tú down syndrome? Jamen so veit eg ikki um tú passar inn í okkara samfelag.
Lítla barn, mamma tín og pápi tín ynsktu sær bara eina góða samlegu, men planurin var ikki at fáa teg, so kanska vit bara fjerna teg.
Hetta eru nakrar ótrúliga daprar niðurstøður at koma til. Og hetta óhugnaliga lógaruppskotið banar vegin fyri, at tað verður møguligt handla uppá hesar niðurstøðurnar. Altso, at lítla barnið verður ofrað við fosturtøku, tí tað verður sæð sum ein forðing so ella so.
Alt hetta átti at vent á høvdinum. Undir truplum umstøðum, við sjúku ella breki, ja í djúpasta myrkri átti lítla barnið at fingið hetta eina og sama svarið:
Lítla barn, tú ert undurfult skapt. Títt virði er óendaliga høgt. Ligg tú trygt í tínum bústaði. Lat okkum hjálpa tær inn í lívið. Og lat okkum hjálpa tær í lívinum.
Tað er útfrá hesum andanum at ein lívsjáttandi lóg skuldi verið smíðað. Ikki útfrá tí ljóta og pessimistiska andanum har deyðin skal vera svarið uppá avbjóðingarnar í okkara samfelagið.
Hetta uppskotið er ein total fallit erklæring. Kunnu vit yvirhøvur kalla okkum eitt vælferðarsamfelag longur, tá ið tey allar veikastu ikki fáa vernd; tá ið børn vera avlimaði ella eitraði í sínum fyrsta bústaði, eru vit tá petti friari enn tær tjóðir, ið vit ikki ynskja at samanberast við?
“Ein tjóð sum drepur síni børn í móðurlívið hevur mist sína sál” segði Móður Teresa.
–
Frú Forkvinna / Harra formaður
Fyri hvørja fosturtøku sum verður framd, fyri hvørt “lítla barn”, sum verður avlíva, so rennur blóðið.
Her eru Løgtingsmenn og Løgtingskvinnur sum dekka seg sjálvi inn við at siga: “Kvinnan fær frítt val. Kvinnan velur sjálv um hon vil hava fosturtøku ella ikki”. Og soleiðis vaska hesi sínar egnu hendur.
Læknarnir í okkara sjúkrahúsverkið fáa blóð dálkaðar hendur, tí fosturtøka verður vald sum ein samfelagsloysn uppá okkara samfelagstrupulleikar. Teir kunnu vera hetta blóð fyriuttan um vit í Løgtinginum velja annarleiðis.
Kvinnan er blóðdálkað eftir eina fosturtøku. Full av skomm og ringari samvitsku. Eitt sundurknúst hjarta. Tað var jú hennara val ella hvat?
Summar taka sær ikki av blóðinum og halda seg ikki hava gjørt nakað skeivt, men vit sleppa ikki uttanum at eitt menniskja, at lítla barnið, letur lív í einari fosturtøku.
Pápin at lítla barninum stendur antin hjálparleysur ella ábyrgdarleysur á síðulinjuni. Hjálparleysur tí hann onki hevur at siga, sambært lógaruppskotinum um fría fosturtøku. Sjálvt tá hann av øllum hjarta ynskir sær lítla barnið.
Ella ábyrgdarleysur, tí pápin vil onki hava við lítla barnið at gera. Hann vil bara samleguna og harvið gerst frí fosturtøka hansara útvegur til totalt ábyrgdarloysið. Er tað slíkar menn vit ynskja at uppæla í Føroyum?
Góðu menn og góðu pápar. Mín áheitan er tó, at tit áhaldandi taka fulla ábyrgd, óansæð hvat lógin sigur.
Her at enda. Løgtingsmenninir og Løgtingskvinnurnar, sum ætla sær at bera fría fosturtøku ígjøgnum Løgtingið, halda seg hava gullreinar hendur. Noy, blóðið verður á tykkara hondum! Tað eru tit, sum við hesum lógaruppskotinum, byggja ein pall, har mann frítt kann avlíva lítla barnið.
Blóðið er á tykkara hondum, men tit turka tað uppí kvinnuna!
–
Lítla barn.
Gævi tín bústaður var tann tryggasti á jørð.
Steffan Klein Poulsen, Løgtingsmaður
30.09.2025