Í gjár kl. 15.15 fekk løgreglan fráboðan um eitt lítið ferðsluóhapp uttan fyri Missiónshúsið á Glyvrum.
Tað var tá ið ein bilur skuldi snara inn á parkeringsbásarnar við missiónshúsið, men onkursvegna koyrdi tá inn í ein annan bil.
Nakað av matriellum skaða kom á bilarna, men eingin fólkaskaði.
Deil á Facebook