Leita á eyp.fo
Ongi úrslit
Undanfarna síða
Leiting av
Næsta síða
05.12.2022 21:22

Listin skal vera fræls (Løgtingsval 2022)

Mynd: Sigrid Jensdóttir Dalsgaard

Lesarabræv

Listin kann brúkast til propaganda.

Listin kann vera spírin til eina neyðuga broyting.

Listin kann brúkast til at skapa eina tjóð.

Listin skal vera fræls – tað skal vera armslongd millum listina og politisku skipanina.

Landstýrisfólk skal ikki diktera,

                                                hvør listin skal vera!

Mentanin skal hava karmar, stuðul, venjingarhølir, pallar og takast við út í heim undir okkara merki. Ein tjóð skapar sína sjálvsmynd í síni mentan – uttan okkara mál, bókmentir, filmar, tiktok, tónleik, sjónleik – so eru vit ikki ein tjóð.

Listin kann vera samfelagskritiska røddin, og politikarar skulu ikki ræðast hesa røddina – hon kann provokera, skapa kjak – spyrja hvørji vit eru og hvørji okkara virðir eru.

Undanfarna samgonga lat landstýrismannin í mentamálum áhaldandi sleppa framat at detailstýra listini, – og øðrum málum. Hetta gagnaði ongum.

Okkara unga fólk tekur frá sínum upphavi og framleiðir egið tilfar við íblástri uttanifrá. Netið hevur demokratiserað útgávuheimin. Øll hava eina rødd, øll hava ein pall. Tó hava øll ikki áhoyrarar, og summi hava bert eitt ekkokamar. Sum alt annað, kann hetta nýtast og misnýtast.

Sum ein góður lærari um okkara leiðir sigur: “Besta filtri situr millum oyrini”. Tí er tað avgerandi, at okkara ungu fáa góðan lærdóm og duga at seta kritiskar spurningar. Harvið kunna tey velja kritiskt, hvørjum tey fylgja og hvønn tey vraka.

Avgerandi fyri fólkaræði er, at listin er fræls – tað skal politiska skipanin virða. 

Set X við E – Sigrid Jensdóttir Dalsgaard, valevni hjá Tjóðveldi til løgtingsvalið 2022