Uppstillingarfundur verður týskvøldið 7. mai kl. 20.00 í Løkshøll.
“Tað er listi A, sum hevur heitt á Bárður Højgaard og meg at skipa fyri fundinum”, sigur Bill Justinussen fyri Eysturoyarportalinum.
Listi A fekk 7 umboð vald við seinasta val í Runavíkar Kommunu. Tey eru Tórbjørn Jacobsen, Kaja Joensen, Tóri Højgaard, Terje B. Vestergaard, Sonni Lamhauge Petersen, Elin Klein Joensen og Sæunn Ó. Hansen.
”Vanligt hevur verið á uppstillingarfundum, at tey, sum hava umboðað lista A í inniverandi valskeiði, vera spurd um tey ynskja at stilla upp tá val verður aftur. Soleiðis verður eisini á hesum uppstillingarfundinum”, sigur Bill Justinussen.
Fyrireikararnir vóna, at 15 valevnir koma á listan, sum er fult tal.
Ætlanin er, at uppstillingin hjá lista A verður avgreidd á fundinum, har eisini verður roynt at finna stillarar til listan. Fundurin er sum vera man almennur og vónin er, at fólk møta fjølment.
Deil á Facebook