Leita á eyp.fo
Ongi úrslit
Undanfarna síða
Leiting av
Næsta síða
28.08.2025 14:21

Listaverk við Rætt

Mynd: Nes kommuna

Nes kommuna

Fyrrapartin varð sáttmáli undirskrivaður millum Nes kommunu og RTS, sum skal gera fundamentið til listaverkið við Rætt. Svend Lamhauge, byggileiðari, og Súni í Hjøllum, borgarstjóri, undirskrivaðu ávikavist fyri RTS og Nes kommunu.

Fuglark hevur byggileiðslu og eftirlit fyri Nes kommunu.

Tað er ein áhugabólkur, sum stendur fyri at skaffa pening til sjálvt listaverkið, meðan kommunan ber kostnaðin av at gera fundamentið.

Joel Cole, listamaður, búsitandi í Saltnesi, ger listaverkið, sum eftir ætlan verður sett upp í komandi ári.

Spjaldur