Leita á eyp.fo
Ongi úrslit
Undanfarna síða
Leiting av
Næsta síða
29.03.2026 22:17

List við Løkin á páskum

Tíðindaskriv

Verk hjá fleiri av fremstu listafólkunum í landinum eru at síggja, tá ið NSÍ Stuðlar báðar páskadagarnar skipar fyri listaframsýning í Skúlanum við Løkin í Runavík, har nógv listaverk verða sýnd fram.

Hetta er triðja árið á rað, at NSÍ Stuðlar skipa fyri hesari listaframsýningini á páskum, sum áður var ein fastur táttur í skúlanum í Runavík. Í meira enn 30 ár var tað Lions Club, ið skipaði fyri framsýningunum, men eftir ein steðg í fleiri ár, tóku NSÍ Stuðlar táttin uppaftur.

Sum vanligt er listaframsýningin opin báðar páskadagarnar frá klokkan 14 til 20, og inngongdin er tann sama sum til Skúlan við Løkin. Í ár fer Sigrun Jónsveinsdóttir, býráðslimur, at seta framsýningina, og tað verður stutt eftir at dyrnar eru latnar upp páskadag.

Sum tey bæði undanfarnu árini er listarliga undirtøkan góð, og bæði lokal og kend nøvn teljast millum listafólkini, ið sýna fram tilsamans 140 listaverk, ið fevna breitt og umboða tað stóra margfeldnið í føroyskari list.

Sum vant, er atgongumerkið til framsýningina eisini ein lutaseðil, so ein heppin vitjandi við bara 50 krónum sum innsatsi kann vinna ein málning. Málningin, ið hesaferð verður lutaður burtur millum øll tey vitjandi, hevur Jørgin Olsen málað.

Tey, sum ikki eru so heppin at vinna henda málningin, skulu ikki falla í fátt, tí fleiri møguleikar eru. Talan er jú um eina søluframsýning, so hetta er eitt upplagt høvi ogna sær góða list. Eisini fæst ein drekkamunnur til keyps og okkurt gott afturvið.