Leita á eyp.fo
Ongi úrslit
Undanfarna síða
Leiting av
Næsta síða
01.07.2025 08:52

Lions og list á ólavsøku

Bæði ólærd, sjálvlærd, lærd og onnur áhugað kunnu sýna síni listaverk fram á árligu framsýningini hjá Lions í Müllers Pakkhúsi

Tíðindaskriv

Eisini hesa ólavsøkuna skipar Lions Club Tórshavn í samfullar fýra dagar fyri stórari listaframsýning í Müllers Pakkhúsi. Sum vant fer allur ágóðin til vælgerðarendamál.

Listaframsýningin opin fyri øllum, ið hava hug til at sýna fram síni listaverk – ólærd, sjálvlærd, lærd og onnur. Longu nú kunnu áhugaðir framsýnarar melda síni listaverk til framsýningina, og freistin at melda seg til ólavsøkuframsýningina í Müllers Pakkhúsi er mánadagin 21. juli.

Listaverkini kunnu latast inn í Müllers Pakkhúsi hósdagin 24. juli millum klokkan 16 og 18,

og óseld listaverk skulu heintast har mikudagin 30. juli millum klokkan 20 og 21.

Nærri kunning sæst á https://lions.fo/tn ella á www.facebook.com/lionstorshavn. Leinkja til

tilmeldingarskjal: https://lionstorshavn.wufoo.com/forms/x6zjk9n1b1tano

Ágóðin av framsýningini fer óskerdur til eitt vælgerandi endamál ella felagsskap. Hvør fær

ágóðan í 2025, er ikki endaliga avgjørt enn, men verður kunngjørt á www.lions.fo og

aðrastaðni.

Sjálv framsýningin letur upp seinnapartin sunnudagin 27. juli og heldur síðan fram alla

ólavsøkuna, líka til mikudagin 30. juli. Sunnudagin er opið klokkan 16-20, ólavsøkuaftan og

ólavsøkudag klokkan 14-20, og mikudagin er opið klokkan 16-20.

Spjaldur