Í dag varð minnispláta avdúkað í Limmulundini í Leirvík, nú tað eru liðin 50 ár síðani Olivia Joensen gróðursetti fyrsta træið.
Nakað av fólkið var møtt upp í góða veðrinum, har Eysturkommuna bjóðaði heitt at drekka og okkurt søtt afturvið. Á skránni vóru eisini røður, felagssangur og kórsangur.
Myndir: Turf Roof Productions/ Eysturouarportalurin





























