Leita á eyp.fo
Ongi úrslit
Undanfarna síða
Leiting av
Næsta síða
30.06.2026 11:51

Limaoyggjar á undanvitjan

Tíðindaskriv

Betri Oyggjaleikir 2027 nærkast í hvørjum, og tað merkist nú av álvara. Fríggjamorgunin byrjar umfatandi undanvitjan, har umboð fyri limaoyggjar eru í Føroyum fyri at fáa kunning um, hvussu leikirnir verða skipaðir næsta ár.

Nú skal fepurin á oyggjaleikafyrireikingunum av álvara takast, tí í døgunum 2.-6. juli eru umboð fyri 22 av teimum 24 limaoyggjunum í IIGA í Føroyum. 

Umboðini fáa kunning um ítróttakappingarnar, leikvøllir, gisting, matveiting, flutning, heilsu, trygd, sjálvbodnu verkætlanina, ferðing til Føroya og mangt, mangt annað, meðan tey eru her. Og tey fara eisini runt um landið at hyggja at hentleikunum.

Endamálið er at vísa gestunum, hvussu tað verður hjá teimum umleið 3.000 íðkarunum, venjarunum og hjálparfólkunum o.ø., at vera á leikunum í 2027.

Harafturat er undanvitjanin eitt týdningarmikið høvi hjá Føroyum at vísa seg fram sum vertstjóð. Tí umframt at kunna um leikvøllir, gistingarmøguleikar og flutningsloysnir í sambandi við leikirnar, fáa umboðini úr teimum 22 limaoyggjunum eisini høvið til at uppliva føroysku náttúruna, mentanina og ikki minst hitta fyriskipararnar her í Føroyum.

Undanvitjanin byrjar fríggjamorgunin 3. juli, og tá er akkurát eitt ár til oyggjaleikasetanina á Tórsvølli næsta ár. 

Vitjað verður við leikvøllir í Vága og Klaksvíkar kommunum fríggjadagin, leygardagin er ferðalagið í Tórshavnar kommunu fyrrapartin og í Runavíkar kommunu seinnapartin. Sunnudagin verður vitjað á Tórsvølli og hinum leikvøllunum í Gundadali. Umboð fyri sambondini taka ímóti á leikvøllunum og greiða frá sínum kappingum, meðan kommunurnar eru vertir og bjóða miðmála og døgurða. 

Seinnapartin sunnudagin er aðalfundur hjá altjóða oyggjaleikanevndini, IIGA, sum er fastur partur av tílíkum undanvitjanum. 

Flestu gestirnir fara av landinum aftur mánadagin 6. juli. 

Betri Oyggjaleikir eru í døgunum 3.–9. juli 2027 um allar Føroyar.