Leita á eyp.fo
Ongi úrslit
Undanfarna síða
Leiting av
Næsta síða
30.09.2025 13:29

Lestrarstuðulin hækkar 1000 kr. um mánaðin

Mynd: Barna- og útbúgvingarmálaráðið

Barna- og útbúgvingarmálaráðið

Frá komandi lestrarári hækkar lestrarstuðulin við 1.000 kr. um mánaðin og verður eftir skatt á sama støði sum stuðulin í Danmark. Djóni Nolsøe Joensen, landsstýrismaður í barna- og útbúgvingarmálum, hevur í fíggjarlógaruppskotinum raðfest, at umstøðurnar hjá lesandi skulu betrast, tá tey lesa hægri lestur í Føroyum.

Tað er týdningarmikið fyri føroyska samfelagið at eggja teimum ungu at velja Føroyar, og at fleiri velja at lesa her heima. Samstundis er týdningarmikið, at tey, sum lesa í Føroyum, hava líka góðar fíggjarligar umstøður, sum tey, sum velja at fara uttanlands lesa. 

Hækkingin í lestrarstuðlinum kemur afturat øðrum raðfestingum, sum rættað seg móti hægri lestri. Farið verður undir at byggja Seturskampus við stásiligum felagsbygningi og góðum lestrar- og granskingarumstøðum á Frælsinum, í gamla Venjingarskúlanum, ið verður umvældur og umbygdur til endamálið.

Eisini verður í næstum farið undir at byggja lestrar- og ungdómsbústaðir á Eirargarði. Við hesum raðfestingum verður føroyska lestrarumhvørvið styrkt, soleiðis at vit fáa betri møguleikar at standa okkum í kappingini um okkara lesandi.