Nýggji trolarin Lerkur, sum Framherji í Fuglafirði letur byggja, verður sjósettur í dag kl 09.00.
Lerkur er 44,10 metrar langur, og 11. 5 metrar breiður. Hann er ein nýmótans trolari bygdur til heimaflotan, sum bæði kann frysta veiðuna umborð og køla hana við ísi, umframt at skipið kann fiska sjálvt ella partrola við millum annað Sjúrða Tollaksson hjá P/F Varðin.
Um alt gongst sum ætlan, so kemur Lerkur í flotan um árskiftið, segði Anfinn Olsen, reiðari í samrøðu við Eysturoyarportalin fyri nøkrum vikum síðani.
Les: Framherji yvirtekur nýggja Fagraberg 1. mars







Myndir: Karstensens Shipyard Poland
