Leita á eyp.fo
Ongi úrslit
Undanfarna síða
Leiting av
Næsta síða
28.06.2024 10:55

Lena rundað tey 100 árini

Mynd: Almanna- og mentamálaráðið

Almanna- og mentamálaráðið

Í gjár var hátíðardagur á Toftum, tá Malena Regina Joensen, vanliga nevnd Lena, fylti 100 ár. Í hesum sambandi varð skipað fyri føðingardagshaldi í kirkjukjallaranum í Fríðrikskirkjuni á Toftum.

Sera nógv fólk høvdu leitað sær hagar at heilsa uppá Lena. Eisini Sirið Stenberg, landsstýriskvinna, var við og bar fram røðu fyri føðingardagsbarninum. 
Niðanfyri ber til at lesa alla røðuna.

Góða Lena,

Í dag er rættur hátíðardagur her á Toftum. ” Eg elski Toftir”, segði føðingardagsbarnið í Kringvarpinum í morgun. Og her veittra Merkini í húnar hátt, nú tygum Lena rundar tey 100 árini. Ein sermerktur dagur, bæði fyri tygum og øll tygara kæru. At náa so høgan aldur er satt ríkidømi, sum ikki er nógvum unt!

Og eg má siga, at tað er mær ein sera stórur heiður, og eg gleðist um at fáa høvi at vera við til føðingardagin her í kirkjukjallaranum í avbera vøkru Fríðrikskirkjuni á Toftum. Gott at sleppa at heilsa tygum og tygara avvarðandi henda merkisdag, tøkk fyri tað og hjartalig til lukku við degnum.

Tygum Lena eru doypt Malena Regina Hansen, fødd inni á Regni á Toftum hendan dagin tann 27. juni 1924. Higani av Regni á Toftum var mamma tygara Sanna ættað, meðan pápi tygara Jacob Hansen koma av Rætt á Nesi.

Og her á Toftum hava tygum slitið barnaskógvarnar og gingið í skúla. Í barna- og ungdómsárunum gingu tygum til handa og luttóku tygum virkin í øllum sum hoyrdi heimalívinum til.

At dagurin verður hildin her á staðnum má sigast at vera sjálvsagt. Tygum Lena og øll familjan hava trúliga gingið í kirkju hvønn sunnudag. Var veðrið til vildar, varð gingið av Toftum og út á Nes til gudstænasturnar, og barst hetta frá, varð lestur lisin í heiminum hjá tygum. Ein gudsóttandi kvinna og hava tygum somuleiðis verið trúgv á møti, fyrst í skúlanum í bygdini, og tá so missiónshúsið á Toftum varð bygt, varð farið hagar. Og tað var av sonnum ein hugnalig og lívsjáttandi samrøða vit hoyrdu í Útvaprinum í morgun, tá ið Tórður Mikkelsen var á gátt hjá tygum.

”Frá barnaárum var eg hildin til tað góða og kristiliga” søgdu tygum so væl í Trúboðanum, har vit kunnu lesa um tygara lívsleið. Eisini siga tygum í greinini, at tað góða altíð hevur vunnið á tí illa. Hendan lívsvísdóm haldi eg meg síggja gjøgnum tygara lív.

Í 1942 giftist tygum Hjalmari Joensen, ið av yrki var sjómaður. Saman fingu tit tey fýra børnini: Óla Jákup í 1943, Henning í 1944, Sólfríð í 1948 og Sigurd í 1954. Børnini er øll gift og eiga børn, so samanlagt eru tygum Lena ríkað við fleiri ommu- og langommubørnum.

Hjalmar og tygum høvdu saman dreymar og ætlanir, eisini um at seta búgv. Tit keyptu eini eldri hús at ríva niður, so stórviðurin kundi brúkast til tykkara nýggju hús – soleiðis endurtekur søgan seg, nú tað er vorðið so moderna við endurnýtslu. Ella heldur kann mann siga, at vit royna at venda aftur til tað gamla – at brúka alt og onki koyra burtur.

Men ikki altíð gongur eftir vild, tí í 1956 bleiv Hjalmar raktur av sjúku og tygum mistu hann ov  tíðliga. Eftir sótu tygum, Lena, einsamøll og við 4 faðirleysum børnum. Hetta hevur verið tungt, men tygum mistu ikki mótið, og við góðari hjálp fingu tygum húsini bygd, so til bar at flyta inn í heim tykkara í 1959.

Hetta var tygara heim inntil fyri 7 árum síðani, tá tygum flutti á eldrasambýlinum Vesturskin á Toftum, har tygum hava trivist so væl og hava tað so gott.

Foreldrini tygara høvdu handilsfyritøku á Toftum frá umleið 1930 og eftir at mamman tygara var blivin sjúk, yvirtóku tygum og róku handilin. Í handlinum seldu tit bæði matvørur, klædnavørur og gávuvørur, líka fram til 1995, tá handilin lat aftur. Leggjast kann afturat, at síðani tá hava fleiri handlar húsast í handilsbygninginum hjá tygum Lena, millum annað NAVIA og í dag hevur Blómuhúsið handilsvirksemi har.

Mamman, Sanna, flutta eisini inn til Lenu og sera væl dámdi tygum tá, at nógv fólk, bæði familja og vinir komu inn á gólvið at vitja. Tí eitt er vist, familjan hevur altíð havt fyrsta pláss í lívi tygara og vinaskarin hevur altíð verið stórur.

Sum tað  skilst, so hava tygum Lena altíð verið ein sterk, røsk og sera virkin kvinna, bæði heima, í arbeiðinum og í frítíðini. Tygum hava altíð gingið í kirkju og á møti og sitið í nevndini í Missiónshúsinum á Toftum og verið í Sjómanskvinnuringinum í meira enn 30 ár og eisini sungið í streingjakórinum á Toftum.

Eitt annað stórt áhugamál, sum eisini má nevnast eru tey kongaligu, tí Lena, hon er sera royal og fylgir altíð sera væl við kongshúsum, bæði í Danmark, Noreg, Svøríki og í Onglandi.

Kvinnur frá tygara samtíð, sum arbeiddu og stríddust, og sum við gleði tóku sær av heiminum og aldu børnini upp, kunnu vit vera takksom fyri og stolt av. Nógv hava tit lagt eftir til okkara, ið nú skulu føra arvin víðari fram. Høvdu vit í Føroyum ikki havt átt slíkar slóðbrótandi kvinnur, vóru vit nógv fátækari í dag, bæði andaliga og handaliga. So takk fyri góða Lena

Eg fari at enda við kvøldarsálminum hjá Mikkjal á Ryggi

“Av dagsins verki móður”, sum minnir okkum á, at hóast lívið bæði inniheldur knoss og strev, so eru vit takksom, at Guð er við okkum, og signar okkara leið. 

“Av dagsins verki móður
eg niður leggi meg,
Takk, Guð, sum var mær góður
og vardi væl mín veg,
sum signaði mær verkið,
sum heilsu gav og mátt.
Ver hjá mær, faðir sterki,
og varðveit meg í nátt.”

Við hesum fari eg enn einaferð at ynskja tygum til lukku á 100 ára degnum og at ynskja tygum eitt blítt lívskvøld við tøkk fyri tíðina, sum okkum er tillutað. 

Takk fyri

Sirið Stenberg landsstýriskvinna í almanna- og mentamálum