Í kvøld kl. gott 19.50 fekk sløkkiliðið í Fuglafirði boð um, at ein leki var á einum rørið umborð á uppisjóvarskipinum Tasiilaq, sum liggur við bryggju í Fuglafirði.
Talan var um ein leka á einum rørið, har blóðvatn úr einum tanga sprændi inn í maskinrúmið. Menn sum arbeiddu umborð varnaðust lekan og boðaður alarmsentralinum frá.
Sløkkiliðið úr Fuglafirði, saman við sløkkiliðnum úr Klaksvík kom skjótt á staðið. Við pumpu frá sjálvum skipinum, saman við pumpuni hjá sløkkiliðnum, eydnaðist at avmarkað skaðan, soleiðis at vandi ongantíð var á ferð, samstundis sum at tað eisini eydnaðist at halda nógva vatninum vekk úr maskinrúminum.
Eftir at lekin var tettur umborð, legið sløkkiliði í Fuglafirði oljusperring runt um skipið, fyri at binda um heilan fingur, soleiðis at eingin dálking stóðst av hendingini.

