Hóskvøldið 1. august, fekk MRCC eina fráboðan um at ein persónur var saknaður í fjøllunum á Viðareiði.
Men av løgreglustøðini verður upplýst, at fráboðanin sum kom inn var so mikið lítið ítøkulig at tað var ringt at fáa greiðu á, um ein persónur var saknaður ella ikki, og hvar hesin persónur møguliga kundi verða farin.
Tyrlan hjá Atlantic var tó send avstað at leita í fjøllunum norðanfyri, Villingardalsfjall-Enniberg, men veðrið var vánaligt tann dagin, ringt sýni, og torført at leita, tí oyggjin er so stór, verður sagt av løgreglustøðini.
Eftir hálvannan tíma var tó avgjørt at gevast at leita.
Løgreglan upplýsir fyri Eysturoyarportalinum, at eingin persónur er saknaður í Føroyum, hvørki ferðafólk ella føroyingar. So talan hevur óiva verið um onkra misskiljing av onkrum slag.
Deil á Facebook