Føroya Politi
Politiið vil fegið frætta frá fólki, sum vita um ein mann, sum fór úr eldraheiminum Sjóvarlon á Strondum seint í gjárkvøldið.
Maðurin er 72 ára gamal, hann er 175 sentimetrar høgur, og hevur ljóst, grátt hár.
Hann er í reyðari, bundnari troyggju, bláum kovboyksum og myrkum kondiskóm.
Maðurin er dementur.
Hann fór úr Sjóvarlon klokkan trý korter til tólv í gjárkvøldið.
Hann er seinast sæddur fara suður eftir Dávagerði.
Fólk, sum vita um mannin, vera biðin um at siga poltinum frá telefon 351448 ella 114.
Politi og sløkkilið hava leitað eftir manninum í alla nátt.
