Leita á eyp.fo
Ongi úrslit
Undanfarna síða
Leiting av
Næsta síða
06.01.2026 13:30

Leikari gerst venjari

Mynd: ÍF

ÍF skrivar:

Hóast hann hevur boðað frá, at hann gevst sum leikari, kunnu vit við stórari gleði boða frá, at fyrrverandi verjuleikari okkara, Karl Løkin, verður venjari í felagnum. 
Karl er í gongd við at taka A-prógv, og sum liður í hesi útbúgving kemur hann at hava ábyrgd av U17 dreingjum hjá ÍF. 

Karl hevur drúgvar royndir sum fótbóltspælari, og hevur hann verið ein av lyklaleikarunum í felagi okkara. Hansara drívmegi, orka og fótbóltskil fer nú at brúkast í venjarahøpi. Karl er ein fyrimynd fyri ungar leikarar og tí gleðast vit um, at hann hevur játtað at átaka sær venjaraleiklut í Fløtugerði. 

Høgni Zachariassen, sum seinastu mongu árini hevur verið venjari og ein dyggur stuðul á mangan hátt fyri felagið, verður settur sum hjálparvenjari hjá U17.

Vit fegnast um, at hesir ungu leikarar nú hava fingið eitt gott venjaratoymi.

Spjaldur