Leita á eyp.fo
Ongi úrslit
Undanfarna síða
Leiting av
Næsta síða
17.04.2026 14:56

Leigulendi til veltu í Sjóvar kommunu

Sjóvar kommuna

Allir borgarar í Sjóvar kommunu fáa nú aftur møguleikan at velta eitt leigað lendi.

Sjóvar kommuna eigur nakað av óbrúktum lendi, og ætlanin er, at partur av hesum lendi, skal kunna gagna borgarunum í kommununi. Talan er um økið við Lághálsar á Strondum, úti móti Raktanga.

Støddin á leiguøkjunum er 50 fermetrar, og leigan er kr. 300 um árið.

Hugsanin er, at størru leiguøkini hóska væl til eplaveltu, meðan minnu økini hóska væl til veltu av øðrum slagi, t.d. til grønmeti.

Sjóvar kommuna slær og burturbeinur deyðagrasið á leiguøkjunum í næstu viku (viku 17), og frá mánadegnum 27. apríl fær leigarin atgongd til økið.

Ein velta kann leigast fyri hvørt húski.

Um tú ynskir at leiga eitt øki, ber til at tilmelda seg á hesi leinkju. Til ber eisini at tilmelda seg við at ringja á telefon 232725.

Sjóvar kommuna ynskir at øll, roynd sum óroynd, skulu hava møguleikan at velta, og tí fara vit í ár at skipa fyri einum degi, har fólk, sum eru von at velta, eru á staðnum og læra frá sær.