Leita á eyp.fo
Ongi úrslit
Undanfarna síða
Leiting av
Næsta síða
31.05.2025 08:55

Leif Mohr Kring Føroyar fer niðan á Sornfelli

Tíðindaskriv/ Leif Mohr

4. teinur av Leif Mohr Kring Føroyar er einkultstartur, ið byrjar hjá Leif Mohr á Hoyvíksvegi í Havn og koyrt verður niðan á Sornfelli. 

Koyrt verður eftir Kaldbaksvegnum og gjøgnum tunnilin til Kollafjarðar, víðari í Kollfjarðardal og eftir Oyggjarvegum niðan í Hundsarabotn og Sornfelli.

Kappingin byrjar kl 14.

Tað er Tórshavnar Súkklu- og Triathlonfelag sum, saman við Leif Mohr, skipar fyri hesi kapping.

Longd á teini: 28,65 km. 

Hæddarmetrar uml. 810

Leinkja til animering av teininum https://youtu.be/uBTgBEs4oOM