Runavíkar kommuna skrivar soleiðis nú Leif Mohr krinng Føroyar 2025 byrjar í morgin:
Mikudagin 28. mai kl. 18:00 byrjar súkklukappingin Leif Mohr kring Føroyar. Byrjað verður við Effo á Saltangará.
Teinurin er hesin: Runavík – runt Agnið – Toftir – Runavík – undir Gøtueiði – Skálabotn – Skála – Skálabotn – undir Gøtueiði – Gøta – Leirvík – undirsjóvartunnilin – Klaksvík.
Heitt verður á øll í ferðsluni, at vísa súkklarunum stóran ans hetta tíðarskeiðið.
Kappingin byrjar kl. 18:00 og endar kl. 20.