Leita á eyp.fo
Ongi úrslit
Undanfarna síða
Leiting av
Næsta síða
31.01.2024 13:33

Leiðarin hjá sløkkiliðnum í Fuglafirði: Alt kom so at siga í senn

Savnsmynd

Leiðarin hjá sløkkiliðnum í Fuglafirði, Jan Lauritsen sigur fyri Eysturoyarportalinum, at teir hava havt sera nógv at gjørt í dag. Bæði í Fuglafirði og á Kambsdali.

Hann sigur, at nógv tær flestu fráboðarnir komu næstan allar í senn, tá ið vindurin var uppá tað harðasta.

Hann sigur, at í Fuglafirði er stóru partur av tekjuni á einum sethúsum rivin, og á Bergfrost er eisini ein partur av tekjini rivin. Annars eru fleiri klædningar og okkurt neyst sum hava fingið skaða, meðan talan er eisini um fleiri smálutir, sum teir hava verið úti til.

Á Kambsdali er FIFA sparkivøllurin farin í vindinum, samstundis sum ein vøruvognur er koppaður. Eisini har eru fleiri klædningar og annað sum hevur fingið skaða.

Hann sigur at enda, at nú sær út til at tað ringast er hæsa av, at nú eru allir mans samlaðir aftur á støðini, har teir fáa sær ein bita, áðrenn farið verður út aftur at hyggja eftir skaðunum.