Nes kommuna søkir eftir leiðara til barnagarðin á Svangaskarði at byrja 01. januar 2023.
Í Barnagarðinum á Svangaskarði eru 3 vøggustovur, 1 smábarnastova og 4 barnagarðsstovur við tilsamans 124 børnum. Á stovninum starvast í løtuni 34 starvsfólk, umframt leiðaran. Stovnurin liggur í náttúruvakra umhvørvinum beint við stadionøkið á Svangaskarði og tætt við Toftavatn.
Vit bjóða eitt áhugavert og spennandi starv, har leiðarin hevur námsfrøðiliga, umsitingarliga og fíggjarliga ábyrgd av stovninum. Harafturat hevur leiðarin ábyrgd av at leiða og samstarva við okkara dugnaligu starvsfólk og tryggja eitt gott og mennandi umhvørvi fyri børnini.
Vit vænta, at umsøkjarin:
- Hevur námsfrøðiliga útbúgving
- Hevur leiðsluførleikar og greiðan leiðslusamleika
- Hevur góð samstarvsevnir og kann taka ábyrgd
- Kann arbeiða sjálvsstøðugt og ikki er bangin fyri at taka avgerðir
- Hevur hug og áræði at skapa ein fjølbroyttan og tryggan gerandisdag við umsorgan fyri tí einstaka barninum, foreldrum og starvsfeløgunum
- Leggur dent á gott samskifti við foreldur, starvsfólk, kommunu og aðrar stovnar og myndugleikar
- Hevur evni at ganga nýggjar leiðir og sær møguleikar fram um forðingar
- Er kveikjandi, framsíggin og megnar at seta sær mál
- Hevur hug og hegni at arbeiða við teimum møguleikum, sum stovnurin og nærumhvørvið leggja upp til
Setanarviðurskifti
Talan er um fulltíðarstarv. Lønar- og setanarviðurskiftini eru sambært sáttmála millum Føroya Pedagogfelag og Kommunala Arbeiðsgevarafelagið.
Meira fæst at vita um starvið við at venda sær til Elsbet Ellingsgaard Magnussen, kommunuskrivara, á tlf. 565007 ella Súna í Hjøllum, borgarstjóra, á tlf. 565000.
Umsóknir saman við avriti av prógvum, cv og møguligum viðmælum skulu vera Nes kommunu í hendi í seinasta lagi mikudagin 09. november 2022.
Starvsetanin er treytað av, at barnaváttan fæst.
