Tíðindaskriv/Tónleikasamtakið Grót
Leygarkvöldið 15. Nov. kl. 20.30 í Töting.
Atgongumerki á 150 kr. (tó bert 100 kr. fyri limir í Grót), eru at fáa á atgongumerki.fo.
Tey ið eru 18 ár og yngri og eru limir í Tónleikasamtakinum Grót, hava ókeypis atgongd.
Seinferð er onnur heildarútgáva hjá Leu Kampmann.
Huglag, tekstir og tónleikurin er vakur, inniligur og rúnabindandi. Framleiðslan er væl úr hondum greidd og sera gjögnumførd. Lea hevur í felag við Teiti Lassen, framleitt Seinferð.
Meðan onnur leita út í heim, leitar Lea J. K. heimaftur. Meðan fólk flest seta ferðina upp, setur 27 ára gamla tónlistakvinnan ferðina niður. Útgávan “Seinferð” er ein uppreistur móti nógvu ferðini í okkara samfelag í dag. Ein sansandi ferð inn í föroysku náttúruna, sum hvörki kann temjast ella stýrast til at seta ferðina upp. Ein ferð til röturnar og lívið hjá Leu heima í Vestmanna í Föroyum.
Manning:
Lea Kampmann – Sang, gittar og violin
Sara Flindt – Tangentar
Aske Frydenlund-Vad – Kassagittar
Lukas Loeb – Kontrabass og saksofon
