Leita á eyp.fo
Ongi úrslit
Undanfarna síða
Leiting av
Næsta síða
10.03.2026 15:28

Lat okkum gera valið til eitt náttúru- og umhvørvisval

Føroya Náttúru- og Umhvørvisfelag (FNU)

Nú stundar aftur til løgtingsval. Vit hava møguleika at velja eitt løgting, sum raðfestir veðurlagsátøk og náttúruvernd.

Heimsstøðan er álvarsom við kríggi, hækkandi prísum og veðurlagskreppu. 

Tað eru serliga fátækaru londini sum føla sviðan av veðurlagsbroytingunum, men framskrivingar siga okkum, at Føroyar fara eisini við tíðini at merkja veðurlagsbroytingar við eitt nú hækkandi vatnstøðu, títtari ódnum, broytingum í havumhvørvinum og í livilíkindunum hjá plantum og djórum.

FNU ynskir at gera valið til eitt grønt val, har vit føroyingar eisini taka ábyrgd og gera munagóð átøk fyri at minka um útlátið – og samstundis verja og bøta føroysku náttúruna.

Vit heita á politisku flokkarnar – og á øll valevni – um at taka umhvørvið og náttúruna í størsta álvara. Leggið fram ítøkilig átøk, sum kunnu verja náttúruna og minka um føroyska útlátið. 

Samstundis vilja vit heita á miðlarnar um at leggja dent á náttúru og umhvørvi í viðgerð síni.

Vit fara í valstríðnum at gera okkara til, at hetta verður eitt náttúru- og umhvørvisval, og vit vóna, at Føroya fólk vil vera við og seta hesi umráðandi mál á breddan, nú valstríðið fer í gongd.