Leita á eyp.fo
Ongi úrslit
Undanfarna síða
Leiting av
Næsta síða
02.10.2022 21:21

Larmandi tøgn frá FSF

Mynd: Facebook (Tann, ið tegir -samtykkir)

Síðstu dagarnar hava nokk fleiri lagt til merkis, at Facebook-vangarnir hjá føroysku fótbóltsdómarunum hava havt ein ávísa boðskap og mynd.

Tað er einki at taka seg aftur í, at hetta er ein beinleiðis reaktión uppá tað hendingina við KÍ venjarinum sum hevur verið háaktuelt í seinastuni, men kanska enn meira ein áheita á mynduleikarnar. Í hesum førum, føroyska fótbóltsmynduleikan – Fótbóltssamband Føroya, sum hevur verið sera friðaligt og mest sum tagt málið burtur.

Sum Eystruroyarportalurin skilur, so verður eftirlýst eftir eini reaktión frá Fótbóltsambandinum. Og at Fótbóltsambandi velur einki at gera, er eitt vónbrot millum dómararnar. At Fótbóltsambandi í løtuni ikki hevur heimild til at gera nakað merkir tó ikki, at so skal tað blinda eyga vendast til.

Sum skilst, so verður dentur lagdur á, at hetta ikki er ein herferð ímóti KÍ venjaranum, men meira at vísa á tað larmandi tøgn sum FSF hevur valt.