Róðrarsamband Føroya
Róðrarsamband Føroya og Skála Róðrarfelag bjóða øllum róðraráhugaðum at møta til langteinaróðurin, sum verður leygardagin 23. august á Skálafjørðinum. Kappast verður frá Skálafirði og út á Skála, ein teinur uppá góðar 5 kilometur, har bátarnir fara í gongd við rullandi starti.
Fyrsti startur verður kl. 14:00, og verður tað dreingjabáturin Drekin úr Havnar Róðrarfelag, sum setur róðurin í gongd. Eftir hetta fylgja bátarnir við trimum minuttum ímillum hvønn start. Tilsamans luttaka 13 bátar úr ymsum róðrarfeløgum kring landið.
Róðurin verður skipaður í trimum bólkum: Dreingir undir 18 ár, kvinnur yvir 18 ár og menn yvir 18 ár. Í hvørjum bólki eru fleiri spennandi luttakarar, fleiri bátanøvn ganga aftur frá FM-róðrunum í summar, spennadi verur hvørjar manningarnar vera.
Hjá monnum undir 18 ár luttaka Drekin (HR), Flógvin (ERF) og Kollur (KÍF). Í bólkinum hjá kvinnum yvir 18 ár eru fimm bátar: Sjódrekin (Skála), Riddarin(MR), Tvørabáturin (FSR), Sjóherji (Tindur) og Sølmundur (NSÍ). Hjá monnum yvir 18 ár vera teir eisini fimm Jarnbardur (RK), Víkingur (HR), Glyvrabáturin(NSÍ), Gongurólvur (HR) og Sundabáturin (NHR).
Starttíðirnar eru fastlagdar frá kl. 14.00 til 14.36, og verða bátarnir róptir fram til start av dómaranum, ið liggur á fjørðinum. Hetta ger, at kappingin verður bæði sjónlig og spennandi at fylgja við í, tí hvørt bátur hevur sína egnu starttíð og tíðin byrjar fyrst, tá báturin fer ígjøgnum boyurnar á startlinjuni.
Startrøð:
14.00 – Drekin (HR) – Menn undir 18
14.03 – Flógvin (ERF) – Menn undir 18
14.06 – Kollur (KÍF) – Menn undir 18
14.09 – Sjódrekin (Skála) – Kvinnur yvur 18
14.12 – Riddarin (MR) – Kvinnur yvur 18
14.15 – Tvørabáturin (FSR) – Kvinnur yvur 18
14.18 – Sjóherji (Tindur) – Kvinnur yvur 18
14.21 – Sølmundur (NSÍ) – Kvinnur yvur 18
14.24 – Jarnbardur (RK) – Menn yvur 18
14.27 – Víkingur (HR) – Menn yvur 18
14.30 – Glyvrabáturin (NSÍ) – Menn yvur 18
14.33 – Gongurólvur (HR) – Menn yvur 18
14.36 – Sundabáturin (NHR) – Menn yvur 18
RSF og Skála Róðrarfelag leggja dent á, at tryggleiki er í hásæti. Sjálvboðin úr Skála Róðrarfelag koma at stima runt á leiðini fyri at tryggja, at alt gongst sum ætlað.
Við hesum bjóða fyriskipararnir øllum róðraráhugaðum at møta leygardagin. Hetta verður ein nýggj og øðrvísi uppliving, har vit fáa høvi at síggja kappróðursbátarnar royna seg á einum longri teini enn vit annars eru von við.