Leita á eyp.fo
Ongi úrslit
Undanfarna síða
Leiting av
Næsta síða
24.11.2023 09:44

Landsverk virðir ikki trygdina hjá børnum og fótgangarum!

Mynd: Eysturoyarportalurin

Ein av vegunum í Eysturoy við mest ferðslu, er landsvegurin í gjøgnum Gøtugjógv, har bæði barnaskúli og dagstovnur liggja.

Í samband við asfalteringina av landsvegnum fyrr í ár, so frávaldi Landsverk gonguteigin. Gonguteigin sum er farleið hjá skúlanæmingum millum bygdirnar, og hjá óteljandi øðrum fólki ið ganga ímillum bygdirnar.

Hesin gonguteigur eigur at fáa allar hægstu raðfesting frá Landsverk! Her er talan um eina beinleiðis vandamikla farleið hjá tí ábæru ferðsluni!

Sum myndirnar vísa, so er gonguteigurin nú somikið slitin, at vegbreytin er omanfyri kantin á gonguteiginum.

Tað er tí bert spurningur um tíð áðrenn ein vanlukka hendir.