Fleiri enn 50 størri og minni áarlop hava verið higartil í dag, serliga á Streymoynni, í Eysturoynni og á Kalsoynni, og nógv vatn er framvegis á vegunum, ein stórur hylur er á landsvegnum omanfyri Skála.
Mælt verður fólki frá at koyra á Oyndarfjarðarvegnum og Selatraðarvegnum og tað er ikki ráðiligt at koyra eftir Elduvíkarvegnum. Maskinan hjá Landsverk fer ikki at grava har í kvøld. Og tí mugu bilførarar vísa størsta varsemi tá koyrt verður millum bygdir í kvøld.