Leita á eyp.fo
Ongi úrslit
Undanfarna síða
Leiting av
Næsta síða
16.01.2023 09:58

Landsverk ávara um at hált og glerstoyt er um alt landið

Mynd: Eysturportalurin (savnsmynd)

Tað er hált og glerstoytt í støðum um alt landið. Tað eru vánalig koyrilíkindir á Gjáarvegnum. Tað er ikki koyrandi á Oyggjarvegnum og til Norðadals. Tað er eitt spor í støðum frá Streymin og norð til Langasand. Tað er jarðrok á Oyndarfjarðarvegnum og øðrum høgtliggjandi vegum.