Landsverk boðar í dag frá, at arbeitt nú verður við at asfaltera á Fuglafjarðarvegnum og millum Syðrugøtu og Norðragøtu.
Arbeiði við at asfaltera Fuglafjarðarvegin byrjar í dag 4. september og heldur fram til 12. september.
Eisini verður asfaltera millum Norðragøtu og Syðrugøtu. Hetta arbeiði byrjar eisini 4. september og heldur áfram til 18. september 2023.
Tískil vera allir bilførarar bidnir um at vísa varsemi, meðan arbeitt verður, upplýsir Landsverk.