Leita á eyp.fo
Ongi úrslit
Undanfarna síða
Leiting av
Næsta síða
24.11.2025 16:56

Landsstýrismaðurin vitjar í Norðoyggjum

Mynd: Barna- og útbúgvingarmálaráðið

Barna- og útbúgvingarmálaráðið

Djóni Nolsøe Joensen, landsstýrismaður, hevur verið á skúla- og stovnsvitjan í Norðoyggjum í vikuni.

Byrjað var í Viðareiðis skúla tíðliga á morgni, har starvsfólk tóku ímóti og vístu góðu karmarnar í skúlanum. Eisini fekk landsstýrismaðurin høvi at heilsa upp á næmingar í flokkunum.

Leiðin gekk síðani til Skúlan á Fossánesi, har skúlastjórin, Veronika Petersen, tók ímóti saman við borgarstjóranum í Hvannasunds kommunu, Karl Vilhelm Hansen. 

Børnini høvdu fyrireikað at syngja fyri landsstýrismanninum í stóru felagshøllini, saman við góðum gittarspæli. 

Aftaná kundi landsstýrismaðurin skifta orð við næmingarnar, sum vóru serliga spentir til marknaðardagin í skúlanum dagin eftir.

Síðani var farið til ein av minstu skúlunum í landinum, sum er Haraldssunds skúli. Hilda Kjølbro er einalærari í skúlanum, sum hevur 3 næmingar. Tveir næmingar vóru í skúla henda dagin, og teir høvdu bakað smákakur at bjóða landsstýrismanninum. Tey hava nógv samband við Skúlatrøð, hagar tey fara ein dag um vikuna.

At enda vitjaði landsstýrismaðurin útibarnagarðin Fjallafípuna úti í Grøv í Klaksvík, har varaleiðarin tók ímóti og vísti runt. Tað eru yvir 60 børn í barnagarðinum, sum er karmur um virksemið hjá teimum elstu børnunum á dagstovni í Klaksvík, áðrenn tey skulu byrja í 1. flokki. Tað vóru glað og virkin børn í góðum náttúruumstøðum, sum týðuliga trivust væl.