Almanna- og mentamálaráðið
Í góðveðrinum í gjár varð landsstýrismaðurin í almanna- og mentamálum, Eirikur í Jákupsstovu, á gátt í hølunum hjá Javna.
Undir vitjanini greiddi Javni frá sínum virksemi og støðuni hjá sínum málbólki, og landsstýrismaðurin fekk høvi til at greiða frá sínum framtíðarætlanum á økinum.
Javni er áhugafelag fyri fólk við menningartarn og familjum teirra. Endamálið hjá Javna er at virka fyri javnrættindum til øll við menningartarni í føroyska samfelagnum.
Á myndini er nevndin og starvsfólk hjá Javna.