Almanna- og mentamálaráðið
Í góðveðrinum í dag vitjaði Eirikur í Jákupsstovu, landsstýrismaður, ávegishúsið hjá Bláa Krossi í Lynggøtu í Havn. Endamálið við vitjanini var at síggja umstøðurnar og fáa innlit í virksemi.
Undir vitjanini greiddi starvsfólkini frá gerandisdegnum á staðnum, og hvussu umráðandi tað er at hava eitt stað, ið hjálpir fólki at fóta sær, so at tey aftur gerast før fyri at megna at taka virknan lut í samfelagnum.
Ávegishúsið hevur nú virkað í nøkur ár, og hevur tað víst seg, at tørvurin á einum tílíkum tilboði er stórur. Starvsfólkini gera eitt stórt arbeiði fyri at lofta hvørjum einstøkum í tí støðu tey eru í, og er tað fantastiskt at hoyra, hvussu fleiri hava fótað sær aftur, eftir at hava búð í ávegishúsinum,” sigur Eirikur í Jákupsstovu, landsstýrismaður.
Ávegishúsið hjá Bláa Krossi er ein fyribils bústaður til fólk sum hava sosialar trupulleikar og hava brúk fyri stuðli til at finna fótafestið í einari nýggjari lívsstøðu, ella til at vera verandi rúsfríur aftaná viðgerð. Ávegishúsið virkar eisini sum ein útslúsing fyri húsfólk, sum eru í endanum av síni viðgerð og ávegis víðari út í lívið.