Leita á eyp.fo
Ongi úrslit
Undanfarna síða
Leiting av
Næsta síða
15.02.2024 13:50

Landsstýrismaðurin skeivt endurgivin

Løgmálaráðið

Í sambandi við grein í in.fo í dag, vil Bjarni Kárason Petersen, landstýrismaður, vísa aftur, at hann hevur lagt Tórshavnar kommunu undir at hava leskað byggifyritøkuna Articon við uppgávum gjøgnum persónlig sambond.

Tað, sum landsstýrismaðurin hevur tosað við Frihedsbrevet um, er, at tað er ein generellur trupulleiki við manglandi gjøgnumskygni í kommununum, tá talan er um alment útboð t.d. í sambandi við byggiverkætlanir. Manglandi gjøgnuskygni ger, at illgitingar trívast um slíkar avtalur.

Landsstýrismaðurin hevur í samrøðuni við Frihedsbrevet hvørki nevnt Tórshavnar kommunu ella byggifyritøkuna Articon.