Leita á eyp.fo
Ongi úrslit
Undanfarna síða
Leiting av
Næsta síða
16.06.2023 08:19

Landsstýrismaðurin í lógarmálum hevur avgjørt at endurskoða fosturtøkulógina

Mynd: Bjarni K. Petersen

Løgmálaráðið

Galdandi lóg um fosturtøku er frá 1956 og er í nógvar mátar ótíðarhóskandi. Nógv kjak hevur staðist av lógini, og tíðin er nú komin til at endurskoða lógina og gera hana meira tíðarhóskandi.

Fyrireikingararbeiðið er farið í gongd, og í næstum verður farið undir at at lýsa málið nærri. Løgmálaráðið fer í hesum sambandi at hava fundir við áhugabólkar, felagsskapir og onnur, ið kunnu metast at hava týðandi vitan ella áhuga í arbeiðinum, eins og ætlanin er at kanna nærri, hvussu okkara norðurlendsku grannar hava skipað teirra lóggávu á økinum. Síðani kunnu vit nýta teirra bestu royndir sum fyrimynd í okkara lóggávuarbeiði.

Tað kann taka nakað av tíð at endurskoða lógina og at gera eitt nýtt lógaruppskot, men hetta er nakað, sum verður raðfest.