Barna- og útbúgvingarmálaráðið
Djóni Nolsøe Joensen, landsstýrismaður í barna- og útbúgvingarmálum, hevur sent lógaruppskot til almenna hoyring, har ætlanin er at avtaka landsroyndina í náttúru og tøkni í 4. flokki.
Endamálið við uppskotinum er, at undirvísingin í náttúru og tøkni í 4. flokki í størri mun skal byggja á upplivingar, verkligt arbeiði og kanningar, sum eru grundarlagið undir lærugreinini, heldur enn at verða stýrd av eini landsroynd.
Landsroynd longu í 4. flokki kann taka ov nógv av tíðini frá tí praktiska og kannandi arbeiðinum, sum skal vekja forvitnið og menna náttúruvísindaligar arbeiðshættir hjá næmingunum. Eitt týðandi endamál við undirvísingini í náttúru og tøkni er, at næmingarnir gera egnar upplivingar, royndir, eygleiðingar og kanningar, har næmingarnir menna náttúruvísindaligar arbeiðshættir, verkligar førleikar og síni skapanarevni.
Hetta er eisini í samsvari við eitt av tilmælunum frá undanfarna Fólkaskúlaráði, sum mælti til at strika landsroyndina í náttúru og tøkni í 4. flokki.
Í sambandi við fyrireikingina hevur málið verið til undanhoyringar hjá viðkomandi pørtum, og flestu hoyringarpartar hava tikið undir við ætlanini um at avtaka landsroyndina í 4. flokki.
Hoyringarfreistin er sett til 18. desembur 2025, og møgulig hoyringssvar kunnu sendast til bumr@bumr.fo
Uppskotið kann lesast her.
