Leita á eyp.fo
Ongi úrslit
Undanfarna síða
Leiting av
Næsta síða
04.07.2024 17:44

Landsstýrismaðurin á vitjan í Mykinesi

Fiskivinnu- og samferðslumálaráðið

Ónsdagin vitjaði Dennis Holm, landsstýrismaður, í Mykinesi, har fundur var um samferðsluviðurskiftini í Mykinesi. Við á fundinum vóru umboð fyri Sørvágs kommunu, sum Mykines er ein partur av, mykinesfólk, vinnurekandi í oynni, umframt at Strandfaraskip Landsins og Landsverk eisini vóru við á fundinum.

Á fundinum varð m.a. Mykinesleiðin umrødd, og hvørji viðurskifti hava týdning á verandi farleið, og hvørji viðurskifti eiga at verða betraði. Nýggja prísskipanin á oyggjaleiðunum hjá Strandfaraskipum Landsins, varð eisini umrødd. Góð umrøða var av týdninginum av Mykinesleiðini bæði hjá mykinesfólki og ferðavinnuni á oynni.

Landsstýrið hevur sett sær fyri at styrkja møguleikarnar hjá útoyggjum at mennast, og er samferðslan eitt týðandi grundarlag, skulu útoyggjarnar mennast, sigur Dennis Holm, landsstýrismaður.

Eg haldi, tað er avgerandi, at fólkið á útoyggj og við tilknýti til útoyggjar fáa møguleikan at sleppa til orðanna, nú sjóneykan er sett á at betra samferðsluna til útoyggjar. Tí er skipað fyri vitjanum og fundum við fólk á útoyggj, sigur landsstýrismaðurin.

Talan var um eina góða vitjan í Mykinesi, eins og í hinum oyggjunum, landsstýrismaðurin hevur vitjað, og blíðskapurin var sera stórur.